Byrja at framleiða í næstu viku

Jóhan Páll Joensen, stjóri á P/F Pelagos í Fuglafirði, sigur, at ætlanin er at byrja at heilfrysta makrel í næstu viku.

Mikukvøldið hevði in.fo prát við Jóhan Páll Joensen, stjóra á nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði, P/F Pelagos.

 

Stjórin visti at siga, at byggingin av virkinum nú er komin so langt, at maskinurnar fóru at verða royndarkoyrdar nú um vikuskiftið.

 

Henda royndarkoyring var í gjár, og sambært stjóranum gekk alt væl. Ymiskar justeringar skulu gerast, og stjórin væntar, at fyrsta makrellastin verður keypt í vikuni sum kemur.

 

Ætlanin er, at P/F Pelagos skal keypa og heilfrysta eini 45.000 tons av uppsjóvarfiski um árið, og samdøgurkapasiteturin á virkinum er 650 tons.

 

Eini 70-80 fólk fáa arbeiði á virkinum, og stjórin sigur, at áhugin fyri at fáa arbeiði er stórur, tí ikki færri enn 130 fólk hava søkt um starv á virkinum.

 

Jóhan Páll Joensen væntar, at P/F Pelagos fer at seta fleiri fólk í starv í næstu viku, og sum stjóri sigur hann seg vera ógvuliga spentan upp á hesa nýggju avbjóðing í Fuglafirði.