FCK fekk stig í Brügge

Brandur Olsen var á beinkinum í 1-1-javnleikinum hjá FCK ímóti Club Brügge í kvøld

Brandur Olsen var við í FCK-hópinum í Belgia í kvøld, sum spældi ímóti Club Brügge í Europa League. Hann sat tó á beinkinum allan dystin, sum endaði við 1-1-javnleiki.

Støðan í hálvleikinum var 0-0, og tað var ikki fyrr enn í teimum allar seinastu minuttunum, at lív kom í dystin. Fyrst legði Daniel Amartey FCK á odda 1-0 í 89. minutti við einum dundurskoti úr 25 metrum, men júst sum FCK var ávegis sigrinum, so javnaði Victor Vazquez til 1-1 í yvirtíðini.

1-1 gjørdist endaliga úrslitið og harvið er FCK framvegis á triðja plássi. Teir eru eitt stig aftanfyri Club Brügge og trý stig aftanfyri Torino.