Pápabarsil: Gott fyri bæði pápa og barn

tó er tilknýti altavgerandi, sigur Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur

 

 

 

Eru foreldrini íleggin og motiveraði, er ein avgerð um javnari býtta barsilstíð góð fyri bæði pápan og barnið, tí tað er líka mikið, um tað er mamman ella pápin, ið nøkta tørv barnsins, um bæði gera tað nóg væl, men tað, sum er av alstórum týdningi er tilknýtið, ið verður bygt hesa fyrstu tíðina, sigur Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur.

– Barnið er treytaleyst bundið at sínum foreldrum. Tað yvirlivir ikki, um foreldrini ikki ansa tí og grundleggjandi eru um tað. Hinvegin, so mennist tilknýti millum foreldur og børn alt eftir, hvør orka verður løgd í tað, sigur Maria Hanusson Joensen.

Les eisini: Ikki ómansligt at fara í barsil

– Tilknýti er ein lívfrøðilig skipan, sum altíð er frá hjá barninum, men kensluligu førleikarnir hjá primeru umsorganarpersóninum/unum avgera um barnið mennir trygt ella ótrygt tilknýtið. Trygt tilknýti verður ment við gjøllum samspæli, sum bert ber til, um foreldur duga at síggja og lesa tørvin av og síðani møta tørvinum við at vera um barnið. Við tí samspælinum fær barnið stimbran og umsorgan. Tað vil siga, at tað er kvaliteturin av samveruni og nærveruni, ið avgerð tilknýti millum foreldur og barn, leggur hon afturat.

 

 Fyrstu livitíðina hjá barninum er tað serliga umráðandi, at grundleggjandi tørvirnir verða møttir, men hóast barnið ikki hevur tørv á so nógvum øðrum umframt hesum, so er tað tó eisini umráðandi fyri sekundera umsorganarpersónin, at hann sleppur at menna sítt tilknýti til barnið, tí hann tekur lut og hevur ábyrgd.

Les eisini: Pápar skulu hava rætt til longri farloyvi

– Um pápin til dømis fær ein part av barnsburðafarloyvinum, so hevur hann møguleikan at menna eitt sterkt tilknýti til barnið og sleppa longur upp í hierarkii hjá barninum. Viðmerkjast skal tó, at pápar sagtans kunnu menna eitt gott tilknýti til sítt barn, hóast teir arbeiða, tí sum áður nevnt, so hevur orkan, sum pápin leggur í samspæli við barnið alt at siga, greiðir Maria Hanusson Joensen frá

Les alla samrøðuna við Mariu Hanusson Joensen og meir um sama evnið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðum kring landið og talgildur her