Pápar skulu hava rætt til longri farloyvi

Pápar eru foreldur eins og mammunar, og tí skuldi tað verið sjálvsagt, at teir hava eins nógvan rætt at vera heima í barnsburðarfarloyvi, og mammurnar hava.

Tað sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.

Í Vikuskiftissosialinum vísir Ólavur Ellefsen á, at pápar fáa fýra vikur í barnsburðarfarloyvi, meðan mammur í grundini fáa restina av farloyvinum, ið er 44 vikur. Pápar kunnu fáa fleiri vikur í farloyvi, men hetta skal mamman játta.

 

– Pápin kann sannføra mammuna um, at hann skal fáa ein part av hennara farloyvi. Men hví skulu tey semjast? Hvat er tað, sum er so serligt við hesum, at tey skulu semjast um tað? Tað er ikki so nógv, sum fólk eru samd um annars, sigur Ólavur Ellefsen.

Les meira um støðuna hjá pápum í farloyvi í Vikuskiftissosialinum, sum kann lesast á netinum her.