Pápi dømdur fyri harðliga tannbusting

Hvør kennur ikki kampin sum viðhvørt kann vera, tá børn skulu busta tenn?

Myndin er tilvildarlig.

Myndin er tilvildarlig.

 

Hóast tað viðhvørt kann kennast strævið við børnum, sum tíma illa at busta tenn, so er kortini ikki loyvt foreldrum at gera hetta við tvingsli.

Tað hevur ein 41 ára gamal pápi úr Arendal í Noregi fingið at vita, nú hann er vorðin dømdur í 21 dagar treytaða fongsulsrevsing.

Tað var Aust-Agder Tingrett, sum rætturin í Noregi kallast, ið dømdi mannin fyri at hava bustað tenninar hjá tí 11 ára gamla soninum við tvingsli.

Sambært Agderposten er hin 41 ára gamli dømdur fyri at hava tikið fast um nakkan á soninum, tá hann bustaði honum tenninar.

Rætturin hevur lagt avgerandi dent á frágreiðingina hjá hinum 11 ára gamla, sum segði, at hann ikki fekk luft, tá pápin helt honum fast.

##med2##

Á ymiskum heimasíðum kann lesast um nógv góð ráð til tess at fáa børn, sum kunnu vera strævin at fáast við, sjálvviljað at busta tenn.

 

 

Myndin er tilvildarlig.

Tað var Aust-Agder Tingrett, sum dømdi pápan treytaða fongsulsrevsing fyri harðliga tannbusting.