Pápi og dóttir eru byrjað eitt nýtt lív

Tað var stórur sorgarleikur, tá mamma fór út í kaldan sjógv við trimum børnum, harav bara yngsta barnið yvirlivdi hendingina.

 

 

Hendingin fór fram í byrjanini av desember mánaði í fjør, tá mamma og tríggjar døtur vórðu funnin lívleys í ísakalda sjónum við eina kavaklædda strond í Tromsø í Noregi. Ríkisadvokaturin hevur nú lagt málið til síðis og heldur, at mamman, sum læt lív í hendingini, er sek í drápi og drápsroynd.

Tað var seint seint seinnapartin hin 2. desember í fjør, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein einsamallur barnavognur stóð við strondina, og at spor vóru í kavanum oman til sjógvin. Tá hjálpin kom, funnu bjargingarfólkini 27 ára gomlu mammuna og tríggjar døtur hennara - øll lívleys.

Bæði mamman og tvær av døtrunum, ávikavist fýra og sjey ára gamlar, doyðu, meðan yngsta dóttirin, sum tá var hálvt annað ára gomul, yvirlivdi. Hóast mamman doyði, hevur hon verið skuldsett fyri dráp og drápsroynd móti egnu børnum sínum.

Kanningararbeiðið hjá løgregluni hevur givið ákæruvaldinum grundarlag at staðfesta, at mamman gjørdi av við tvey av sínum børnum og royndi at taka lívið av tí triðja barninum. Í tíðindaskrivi í dag sigur løgreglan, at ríkisadvokaturin nú hevur lagt málið til síðis, tí skuldsetta kvinnan er deyð.

Stuðulsadvokaturin hjá pápanum til børnini, Erik Ringberg, sigur við Dagbladet í dag, at bæði hann og pápin vóru fyrireikaðir upp á, at málið fór at vera lagt til síðis. - Tá tann, sum framdi brotsgerðina, ikki er á lívi, er hetta ein náttúrlig avleiðing. Eg havi fyrireikað pápan upp á hetta alla tíðina, sigur advokaturin við Dagbladet.

Erik Ringberg sigur, at pápin til børnini er fegin um, at løgreglan hevur kannað málið í breiðum høpi, og at pápin sjálvur nú eisini er loystur úr málinum. - Sjálvandi er avgerðin týdningarmikil fyri pápan. Í slíkum málum verður sjálvandi kannað, um hjúnafelagin kann hava havt nakran leiklut í málinum, sigur stuðulsadvokaturin.

Advokaturin sigur, at hálvt annað ára gamla smágentan, sum yvirlivdi sorgarleikin, varð saman við systrum sínum funnin einar 8-10 metrar úr landi, og hon lá á sjúkrahúsi í eitt hálvt ár, har hon var til uppsýn og uppvenjingar. - Eftir umstøðunum gongur tað so væl, sum tað kann ganga, og gentan byrjaði í barnagarði í august. Pápin er ógvuliga takksamur fyri tað arbeiði, sum sjúkrahúsið hevur gjørt fyri dóttrina. 

Stuðulsadvokaturin veit eisini at siga, at pápin og dóttirin hava valt at vera verandi í Tromsø. Tey hava fingið nýggjan bústað, og pápin er eisini byrjaður aftur at arbeiða. - Tey eru byrjað eitt nýtt kapittul í lívinum og royna í størst møguligan mun at fáa eitt vanligt lív aftur, sigur Erik Ringberg.

Sorgleikurin hevur merkt lokalsamfelagið í Tromsø, og eftir hendingina fóru fólk at savna inn pening til pápan og dóttrina. - Hetta hevur gjørt, at tey hava fingið eitt nýtt heim í Tromsø. Pápin er ógvuliga fegin um, at íbúgvarnir í býnum hava tikið hond um tey og hava víst slíka umsorgan. Hetta hevur havt stóran týdning fyri tey, sigur stuðulsadvokaturin.