69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv á gátuføran hátt hin 31. oktober í fjør, og síðan hevur eingin hoyrt hvørki orð ella ei frá henni.

Pappírið til hóttanarbrævið keypt hjá Clas Ohlson

- Bæði hóttanarbrævið og brævbjálvin hava verið ígjøgnum kriminaltekniskar kanningar, eitt nú í royndini at finna møgulig spor, sigur kanningarleiðarin.

69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv á gátuføran hátt hin 31. oktober í fjør, og síðan hevur eingin hoyrt hvørki orð ella ei frá henni.

 

Gjølligar kanningar av fiprunum í pappírinum, sum hóttanarbrævið í Hagen-málinum er skrivað á, er framleitt í Portugál og kann fylgjast til ein norskan Clas Ohlson-handil. Tað skrivar norska heimasíðan www.vg.no, sum heldur seg kunna avdúka nýggjar staklutir í málinum um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen.

Talan er um brævið, sum lá í heiminum hjá norsku ríkmanshjúnunum í Lørenskog, tá maðurin, miljarderurin, Tom Hagen, um 13.30-tíðina hin 31. oktober í fjør kom heim aftur til tómt hús. Í brævinum var krav um loysigjald, samstundis sum hetta eisini var eitt hóttanarbræv, um maðurin blandaði løgregluna upp í málið.

Norska løgreglan hevur eisini váttað, at brævbjálvin, sum fylgdi við hóttanarbrævinum, er framleiddur í Týsklandi og er seldur hjá Clas Ohlson. Norska løgreglan sigur seg tó ikki kunna útiloka, at brævpappírið kann vera selt aðrastaðni. Í brævinum vóru ítøkiligar hóttanir um, hvat fór at henda Anne-Elisabeth Hagen, um kravið um loyvigjald ikki varð gingið á møti.

Kravið snúði seg um út við 100 norskar miljónir krónur. Sambært kanningarleiðaranum, Tommy Brøske, hevur arbeiðið at greina og finna slóðirnar til brævpappírið verið eitt av tí týdningarmiklasta hjá løgregluni higartil í málinum um horvnu ríkmanskonuna. Endamálið hevur verið at finna fram til tann ella tey, sum hava skrivað brævið.

Soleiðis, sum VG skilir, hevur løgreglan funnið ymisk higartil ókend spor í kanningararbeiðnum, sum snýr seg um hóttanarbrævið. Nú sigur løgreglan seg so vita, hvar pappírið, sum brævið er skrivað á, er framleitt og selt. Enn vita tey tó ikki ítøkiliga, hvør Clas Ohlson-handil í Noregi hevur selt pappírið.

Tommy Brøske sigur, at bæði hóttanarbrævið og brævbjálvin hava verið ígjøgnum kriminaltekniskar kanningar, eitt nú í royndini at finna møgulig spor. - Men, við atliti til kanningararbeiðið vilja vit ikki gera viðmerkingar til úrslitini av hesum kanningum, sigur hann.

 

 

 

69 ára gamla, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv á gátuføran hátt hin 31. oktober í fjør, og síðan hevur eingin hoyrt hvørki orð ella ei frá henni.