París er hávandaøki fyri korona

Triðja dagin á rað hevur Frakland havt fleiri enn 2500 nýggjar smittutilburðir hvønn dagin.

 

The Guardian veit at siga, at Frakland nú hevur fráboðað, at stórbýirnir, París og Marseille, eru at rokna sum hávandaøki fyri korona-smittu. 

Triðja dagin á rað siga franskir myndugleikar, at Frakland hevur havt fleiri enn 2500 nýggjar smittutilburðir um dagin.

Sambært The Guardian hava fraklendingar staðfest smittutilburðir í øllum aldursbólkum, tó at vøksturin er størstur millum ung vaksin í aldrinum, 25 til 35 ár.

Somu gongd hava eisini onnur lond sæð hesa seinastu tíðina.

Millum hesi eru eitt nú Noreg og Svøríki, sum hava heitt á yngra ættarliðið um at ansa sær - ikki savnast í stórum bólkum og halda ásetingar um smittuverju.