Partabrøvini hjá Bakkafrost seta met

Eykaaðalfundur er í felagnum fríggjadagin

Partabrøvini hjá føroyska alirisanum Bakkafrost settu nýtt met í dag, tá tey eitt skifti í dag blivu handlaði fyri eitt virði á 583 norskar krónur. Aldrin áður hevur kostnaðurin fyri eitt partabræv í felagnum verið so høgur.

Tað eru 19 norskar krónur hægri enn byrjanarprísurin á partabrøvunum í dag, ið var 564 norskar krónur. Men so líðandi gjøgnum dagin er prísurin hækkaður til at partabrøvini nú verða handlað fyri umleið 583 norska krónur.

Sostatt heldur góða gongdin hjá partabrøvunum hjá føroyska alirisanum fram. Við ársbyrjan var kostnaðurin á einum partabrævi 407,97 krónur, men tað er serliga seinasta mánaðin, at prísurin er hækkaður. 10. september blivu partabrøvini handlaði fyri 494,48 krónur, men er kostnaðurin síðan tá voksin við nærum 90 norskum krónum.

Gamla metið varð sett fyrr í oktober, tá virði á einum partabræv 7. oktober var 571,5 norska krónur.

Fríggjadagin er eykaaðalfundur í Bakkafrost í samband við, at felagið 25. september boðaði frá, at teir hava keypt meirilutan í skotsku alifyritøkuni Scottish Salmon Company.

Á aðalfundinum mælir nevndin til, at hon fær heimild at skriva út 6.000.000 nýggj partabrøv í samband við, at hon teknaði 7.328.709 nýggj partabrøv í felagnum fyri at útvega fígging til keypið av partabrøvunum í skotska felagnum.