Partrolarar hava brúkiligan fiskiskap

Í løtuni eru fleiri trolbátar á Skeivabanka, har teir fiska havtasku, men fiskiskapurin roynist einki serligur í løtuni.

Fimm trolbátar eru á Skeivabanka, og ein er norðanfyri. Myndin er tilvildarlig.

Fimm trolbátar eru á Skeivabanka, og ein er norðanfyri. Myndin er tilvildarlig.

 

Flestu partrolarar eru til fiskiskap, og allir fiska upsa. Í løtuni verður sagt um upsaveiðina, at hon er brúkilig. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Tveir djúpvatnstrolarar fiska kongafisk, og ein fiskar stinglaks. Ein djúpvatnstrolari kemur inn at landa mánadagin, og hinir báðir koma seinni í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at fimm trolbátar í løtuni eru á Skeivabanka og fiska havtasku, men teir hava smáligan fiskiskap. Ein fiskar tosk og hýsu norðanfyri.

- Ein trolbátur kemur inn at landa mánadagin, og hinir koma miðskeiðis ella síðst í næstu viku, verður lagt aftrat.

Trý garnaskip fiska svartkalva, men skipini hava smáligan fiskiskap. Tvey garnaskip fiska havtasku. Annað av skipinum frystir veiðina, hitt ísar.

 

 

Fimm trolbátar eru á Skeivabanka, og ein er norðanfyri. Myndin er tilvildarlig.