Partrolarar steðga ikki í havn

Í løtuni liggja allir djúpvatnstrolararnir, men tað gera teir smáu trolbátarnir ikki.

 

 

Partrolararnir liggja sjáldan longri enn ta tíð, tað tekur at landa skipini.

Partrolararnir liggja sjáldan longri enn ta tíð, tað tekur at landa skipini.

 

Tað er sjáldan, at partrolararnir liggja longri enn ta tíð, tað tekur at landa skipini. Soleiðis er eisini í løtuni.

Í dag vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Allir fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur.

Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Vanligt er, at flestu partrolarapør liggja um jólahøgtíðina, men tað eru altíð onkur pør, sum loysa aftur beint eftir jól.

Í løtuni liggja allir djúpvatnstrolararnir. Men, tað gera teir smáu trolbátarnir ikki. Allir trolbátarnir fiska havtasku, og teir hava brúkiligan fiskiskap.

- Onkur trolbátur kemur inn at landa mánadagin, og hinir koma miðskeiðis í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Trý garnaskip fiska svartkalva, men skipini hava smáligan fiskiskap. Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í endanum av næstu viku.

 

 

Partrolararnir liggja sjáldan longri enn ta tíð, tað tekur at landa skipini.