Video: Ungir føroyingar kjakast um fría fosturtøku á TV2

Maria Mercedes Lindenskov og Aksel Kambsskarð Berg vóru alt annað enn samd

Danskir miðlar hava gjørt eitt sindur burtur úr løgtingsvalinum í Føroyum. Millum annað hevði TV2 í gjár eina samrøðu við tveir ungar føroyingar um fría fosturtøku.

Ungu føroyingarnir vóru Maria Mercedes Lindenskov og Aksel Kamssgarð Berg, sum bæði høvdu hvør sína meining. Maria Mercedes Lindenskov tosaði fyri fríari fosturtøku, meðan Aksel Kamssgarð Berg tosaði ímóti fosturtøku yvirhøvur. 

- Tað er løgið, at mann í ríkisfelagsskapinum hevur eitt stað, har tað ikki er frí fosturtøka. Mann kann ikki tvinga nakran, sum ikki hevur hug og ikki er til reiðar, til at vera foreldur, segði Maria Mercedes Lindenskov.

- Øll menniskju hava ein grundleggjandi rætt at liva, og tað er eisini galdandi fyri tað lítla barnið í lívmóðrini, segði Aksel Kambsskarð Berg, sum vil hava núverandi lóggávu strammaða enn meira.

Tú kanst síggja alt kjakið, sum endaði við argumentum um neyðtøku, her: