Paul Kjartan er okkara valevni í Klaksvík

Vit eru errin av at avdúka, at okkara egni Paul Kjartan Matras, verður á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Klaksvíkar kommunu.

Paul Kjartan er 23 ára gamal og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur lokið studentsprógv á miðnámsskúlanum í Kambsdali og arbeiðir í dag í Rúsdrekkasøluni í Klaksvík, har hann nýliga er liðugur í læru sum krambakallur.

Paul Kjartan hevur verið sera politiskt aktivur seinastu árini og hevur m.a. verið við til at manna Landsnevndina hjá Sosialistisk Ung tey seinastu fýra árini. Eisini hevur hann mannað lokalfelagið í Norðoyggjum, SU Norð, í longri tíð.

– Eg velji at stilla upp til kommunuvalið, tí eg havi eitt ynski um at stimbra og geva aftur til kommununa, ið hevur myndað míni barna- og ungdómsár.

– Eg vil seta fokus á trivna, og menning í frítíðarlívinum hjá ungum í kommununi. Sum smádrongur hava teir møguleikarnir, ið kommunan hevur havt at bjóða ríkað míni barndómsár og verið ein kjarna í mínari menning sum ungur. Tann møguleika ynski eg øllum.

– Harumframt skal tað vera pláss og møguleiki hjá einstøkum og familjum at tryggja sær sømiligar bústaðir í kommununi. Klaksvíkin kann vera stolt av teimum, ið hon hevur sent út í heim, men tað má eisini vera pláss hjá teimum at koma heim aftur.