Paul Watson fyllir 70

Argasti mótstøðumaðurin ímóti grindadrápinum verður 70 ár í dag

Í meira enn 35 ár hevur hann stríðst harðliga ímóti føroyska grindadrápinum, og flestu føroyingar munnu kenna umstrídda mannin.

Paul Watson, sum var føddur í Toronto í Kanada, fyllir 70 ár í dag.

Í 1977 stovnaði hann felagsskapin Sea Shepherd Conservation Society, og hetta er umhvørvisfelagsskapurin, ið føroyingar kenna best, tí felagsskapurin hava gjøgnum árini verið virkin í Føroyum og hevur á annan hátt eisini stríðst í móti grindadrápinum.

Sea Shepherd telist í dag millum teir størru umhvørvisfelagsskapirnar, og serliga á sjónum hava tey gjørt um seg. Sea Shepherd er tann umhvørvisfelagsskapurin, sum eigur størsta skipaflotan. Skip hjá felagsskapinum hava fleiri ferðir verið í Føroyum og gjørt átøk – fyrstu ferð í áttatiárunum – men eftir at myndugleikarnir løgdu hald á tveir skjóttgangandi bátar í 2015, hava skip ella bátar hjá Sea Shepherd ikki verið í Føroyum.

Paul Watson vitjaði á fyrsta sinni í Føroyum í 1985, tá ið hann kom á Havnina við skipinum »Sea Shepherd«. Tá kendu føroyingar einki til hendan nýggjan gestin. Jan Müller var umborð og hevði samrøðu við Paul Watson.

– Tit sleppa ikki at drepa ein grindahval afturat, og verða vit handtiknir, fær tað álvarsligar avleiðingar fyri føroyingar. Tá fara vit av álvara at boykotta føroyskar og seinni danskar vørur, segði Paul Watson við Sosialin.

##med2##

Á sumri í 1986 kom tað til samanbrest millum fólk frá Sea Shepherd og føroysku løgregluna, og tá var dramatikkur á Havnarvág.

Árini síðani hevur Sea Shepherd javnan gjørt vart við seg um grindadráp, og í 2014 og 2015 vóru tey í Føroyum við nógvum fólki og skipum. Tá var av álvara trýst lagt á Føroyar í sambandi við grindadrápið. Nýggj lóggáva hevði við sær, at tað í 2015 varð lættari hjá myndugleikum at forða atsóknum hjá Sea Shepherd.

Hesi seinastu árini hevur Sea Shepherd fyrst og fremst brúkt miðlatilfar til at stríðast ímóti grindadrápi. Felagsskapurin hevur á hvørjum ári havt fólk í Føroyum, og tey hava tikið myndir og filmað grindadráp, og síðani eru hetta tilfar brúkt til miðlaátøk uttanlands.

– Eg kenni meg ikki at vera 70 ára gamal, sigur Paul Watson, sum heldur føðingardagin við einari innsavning á facebook. 

##med3##

Í 1985 hevði Sosialurin samrøðu við Paul Watson, sum vitjaði í Føroyum fyrstu ferð

Grein í Sosialinum í 1985