Starvsfólkakostnaðurin var 27 milliónir krónur í mun til 30,7 milliónir krónur árið fyri.
Úrslitið eftir skatt var 33,6 milliónir krónur í min til 35,9 milliónir í 2018. Skattur felagsins í fjør var 7,4 milliónir krónur, sum leiðslan er nøgd við.
Høvuðsvirksemið hjá P/F Pelagos fevnir um framleiðslu av pelagiskum fiskavørum.
Felagið skrivar í ársfrágreiðingini, at roknskaparárið hevur verið ávirkað av eini størri framleiðslu enn væntast kundi av einum miðal ári.
– Felagið hevur í árinum gjørt ílgøur í verandi uppsjóvarvirki í Fuglafirði upp á tilsamans 394 milliónir krónur, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.
P/F Pelagos hevur eina eginong upp á 185,8 milliónir krónur svarandi til 51 prosent av ognum felagsins í mun til 39 prosent árið fyri.
##med2##
– Frameiðsla felagsins verður seld á altjóða marknaðum, og er tí váðin seliga tengdur at búskaparstøðuni í viðkoamndi londum. Felagið fylgir við støðuni í teimum londunum selt verður til og roynir at minka um møguligar váðar í hesum sambandi.
Felagið væntar eitt heldur lakari úrslit í ár, tí at tað væntar, at framleiðslan veðrur heldur minni í ár.
Fakta um P/F Pelagos:
Stjórn:
Jóhan Páll Joesen.
Nevnd:
Jan Petersen, nevndarformaður
Anfinnur Olsen, nevndarlimur
Odd Eliasen, nevndarlimur
Stovnað:
27. januar 2014, hetta er 6. roknskaparár
Starvsfólk:
55
Eginogn:
186 milliónir krónur
Vinningsbýti:
6,7 milliónir krónur
Eigarar:
Á Enni P/f, Fuglafjørður
Framherji Sp/f, Fuglafjørður
Havsbrún P/f, Glyvrar
Palli hjá Mariannu P/f, Klaksvík