Pelagos og Bakkafrost Processing kunnu útflyta aftur

Føroysk matvøruvirkir, sum útflyta til Euroasiatiska búskaparsamveldið, m.a. Russland, skulu vera á einum grønum lista hjá russiska matvørumyndugleikanum Rosselkhoznadzor.
Øll vøra sum fer úr Føroyum til Russlands, verður kannað á markinum til Russland. Finnur marknaeftirlitið nakað frávik við vøruni, verður Heilsufrøðiliga starvsstovan kunna um hetta.


Á LISTANUM HJÁ ROSSELKHOZNADZOR, KUNNU VIRKIR HAVA EIN LIT:

Grønur litur

Virkið kann útflyta matvørur til Russlands.

Gulur litur

Marknaðareftirlitið í Russlandi hevur funnið frávik í vøruni og virkið eru undir skerpaðaum eftirliti í Ruslandi, men kann útflyta sínar vørur.

Reyður litur

Virkið hevur forboð fyri útflutningi  til Russlands.


Heilsufrøðiliga starvsstovan fær fráboðan frá Rosselkhoznadzor, tá frávik verða funnin við markið til Russlands.
Heilsufrøðiliga starvsstovan fer beinanvegin í gongd við at kanna møguligar orsøkir til frávikið og um neyðugt seta rættandi og fyribyrgjandi atgerðir í gongd.
Úrslitini av hesum arbeiði verða síðani fráboðað Rosselkhoznadzor. 
Pelagos í Fuglafirði hevur verður reytt síðani apríl í ár, og Bakkafrost Processing á Glyvrum hevur verið reytt síðani januar í ár.
Eftir áhaldandi arbeiði er bræv nú komið frá Rosselkhoznadzor, um at virkini bæði nú eru vorðin grøn og kunnu tí útflyta sínar vørur aftur til Russland, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu.