Pensjónin hækkar 1080 krónur

Uppskotið um pensjónir verður seinnapartin í dag borin niðan í Løgtingið. Pensjónin hækkar 1080 krónur, og tað verður eisini ein skattalætti á 6.000 krónur

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjonista, er ein av teimum, ið hevur verið á fundi og fingið innlit í uppskoti, sum samgongan leggur fram í dag.

– Ætlanin er, at pensjónin hækkar 1080 krónur um mánaðin deilt yvir tvey ár. Tað vil siga at í 2021 verður pensjónin 1080 krónur hægri, sigur Beate L. Samuelsen.

Uppskotið ber eisini við sær ein skattalætta til pensjónistar á 6.000 krónur yvir tvey ár. Mótrokningin fer eisini frá 40 prosentum niður á 20 prosent.

Lurtið eftir samøðuni, ið Árni Gregersen hevði við Beate L. Samuelsen á FM1, við at trýsta á pílin undir myndini.



Lurtið eftir samrøðuni her