Pensjónistar hava fýra ynski til næstu samgongu

Tað eru nøkur serlig mál pensjónistarnar vilja hava politikarar at fremja í verki

Nú Løgtingsval verður, kemur eisini Landsfelagið hjá pensjónistunu við eini áheitan á politikarar um at leggja størri dent á at bøta um viðurskiftini hjá teimum eldru.

Serliga hevur Pensónistafelagið fýra ynski, sum tey vilja hava politikararnar at fremja í verki.

Fyrsta ynskið er, at útgjaldið úr Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.

– Sum er, verður samhaldsfasti skattaður tvær ferðir í dag, tí hann verður skattaður bæði við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast soleiðis at samhaldsfasti verður skattaður við inngjald, og ikki við útgjald, akkurát sum aðrar pensjónir.

 Annað ynskið er, at grundarupphæddin í fólkapensjónini verður hækkað.

– Skattafría grundupphæddin skal hækkast minst lagi 580 krónur, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunun. Hetta talið er ikki tikið úr leysari luft, tí hetta er tað, grundarupphæddin lækkaði í 2016

Triðja ynskið er, at pensjónistur skal kunnu tjena 100.000 krónur, uttan at missa nakað av pensjónini.

– Tað skal kunna loysa seg hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur. Í dag verður viðbótin skerd, tá ið inntøkan hjá støkum pensjónistum fer uppum 61.900 krónur, og tá ið inntøkan hjá hjúnum fer upp um 80.000 krónur - og tá er brennistuðulin eisini tikin burtur. Sum er kunnu pensjónistar, sum hava inntøkur afturat pensjónini, missa 60 prosent av pensjónini, men felagið mælir til, at tað verður lækkað niður í 30 prosent.

Og seinasta ynskið frá pensjónistunum er, at fráfaringaraldurin verður strikaður.

– Tað skal lóggevast soleiðis at tað ikki er loyvt at siga fólki upp fyri aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki, sigur Landsfelag Pensjónistanna.