Pensjónistar skulu rinda ein part av rokningini

Pensjónir hækka ikki á nýggjárinum sum tær annars skuldu

 

 

Pensónirnar og aðrar almennar veitingar, fara ikki at hækka á nýggjárinum, sum tær annars áttu. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nevniliga lagt uppskot fyri Løgtingið um at pensjónirnar skulu ikki hækka á nýggjárinum. Sostatt hækka tær ikki aftur fyrr enn um eitt ár, ella  tann fyrsta januar í 2022.

Annars hækka pensjónir, og aðrar almannaveitingar av sær sjálvum hvørt ár fyri at fylgja við prísvøkstrinum í samfelagnum. Í hesum sambandi verður roknað út, hvussu nógv, prísir og lønir eru hækkaðar í miðal hetta seinasta árið, og so hækka veitingarnar við tí upphæddini.

Landsstýriskvinnan sigur, at hetta er eitt lið í ætlanini hjá landsstýrinum at tálma útreiðslunum á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Hon sigur, at hvørja ferð, pensjónir, og aðrar veitingar hækka tvey prosent, veksur útreiðslan hjá landskassanum 19 milliónir, men næsta ár vænta tey, at sparingin verður slakar 9,5 milliónir.

Høvdu pensjónir, og almannaveitinar annars, hækka eitt prosent á nýggjárinum, hevði einkjubarnastyrkurin, og barnapeningurun hækkað 130 krónur fyri hvørt barnið um mánaðin. Stuðul til uppihaldspening, hevði hækkað fimm krónur fyri hvørt barnið um mánaðin, og barnaískoytið hevði hækkað 100 krónur fyri hvørt barn.

Tann stóra sparingin er í sambandi við fólkapensjónina, har ógift fara at fáa 77 krónur minni um mánaðin og gift fara at fáa 61 krónur minni um mánaðin, og tað er ein sparing hjá landskassanum upp á góðar 6,25 milliónir.

Hægstu fyritíðarpensjónin hjá ógiftum hevði verið 140 krónur hægri um mánaðin og hjá giftum hevði hon verið 124 krónur hægri um mánaðin. Men av tí at ongar hækkingar vera nú, verða útreiðslarnir hjá landskassanum til fyritíðarpensjónistar tilsamans 2,76 milliónir lægri.

Miðal fyritíðarpensjón, og lægsta fyritíðarpensjón verður nú 115 krónur lægri um mánaðin hjá ógiftum og hjá giftum verður hon 101 krónu lægri. Viðbótin til ávísar pensjónistar verður 6-7 krónur lægri.

Umframt at landskassin sparar 9,5 milliónir, fara kommunurnar eisini at missa nakað í mistum skattainntøkum.