Pernille: - Hatta er fínt!

Hon gjørdi skjótt av í Gekka-spælinum í kvøld, Pernille Jørgensen, sum í fyrsta drátti vann 75.000 krónur. - Hatta er gott aftrat lønini í kvøld, helt gekka-verturin fyri.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Pernillu Jørgensen.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Pernillu Jørgensen.

 

Pernille Jørgensen, sum var til arbeiðis á røktarheiminum á Sýnuni í Vágum í kvøld, fekk fulla plátu í Gekka-spælinum og slapp at snara hjólinum.

Høvuðsvinningurin var á 1,3 miljónir krónur, og hon valdi at deila vinningin yvir allar tríggjar leyparnar við 450.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni 75.000 krónur. - Hatta er fínt, segði Pernille Jørgensen og takkaði fyri vinningin.

Gekka-verturin, Magnus Magnussen, helt fyri, at hesar 75.000 krónurnar eru góðar aftrat lønini á Sýnuni í kvøld. - Nú fáa tey gomlu køku, legði hann aftrat.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Pernillu Jørgensen.