Finalan er avlýst

Vánaliga veðurforsøgnin er orsøk til, at fótbólturin, sum skuldi vera í Klaksvík í morgin, er avlýstur

Úrslitini í Klaksvíkskappingini í dag lagaðu tað soleiðis, at NSÍ og B36 skuldu spæla um triðja plássið, og at KÍ og HB skuldu spæla finalu í morgin.

Nú er tað greitt, at eingin fótbóltur verður í Klaksvík sunnudagin. Veðurvánirnar eru alt annað enn góðar. Tí hava fyrireikararnir gjørt av at avlýsa longu í kvøld. Harvið fara havnarfeløgini og NSÍ ikki frá húsum í morgin.

Tað er ikki avgjørt enn, nær finaluumfarið verður, ella um tað yvirhøvur verður spælt.