Persónur funnin deyður: Vænta ikki nakað nýtt teir næstu dagarnar

Løgreglan roynir nú at fáa greiði á umstøðunum á staðnum, og at royna at eyðmerkja persónin

Tað var í Skriðudali, har báa merkið stendur, at persónurin var funnin. Myndin er av foroyakort.fo

Tað var í Skriðudali, har báa merkið stendur, at persónurin var funnin. Myndin er av foroyakort.fo

Løgreglan væntar ikki at vita nakað hesar næstu dagarnar. Tað sigur løgreglan í einum tíðindaskrivi, eftir at ein deyður persónur varð funnin í Skriðudali í Kunoy í gjár.

Tað var ein borgari, sum kom fram á hann, og sagt verður, at tann deyði persónurin hevur ligið har leingi - men hvussu leingi, vita tey ikki.

Løgreglan sigur í tíðindaskrivinum, at sum umstøðurnar eru í sambandi við tann funna persónin, ber ikki til at eyðmerkja hann.
– Arbeiðið hjá politinum er nú at fáa greiðu á umstøðunum á staðnum og at staðfesta, hvør tann deyði er, sigur løgreglan.
Politiið kann í løtuni ikki siga nakað meiri ítøkiligt og tey vænta heldur ikki at hava nakað nýtt í málinum hesar næstu dagarnar.

https://www.in.fo/news-detail/news/eitt-lik-er-funnid-i-kunoy/Les eisini: Eitt lík funni í Kunoynni

Leggjast kann afturat, at í hvussu so er tveir útlendingar eru horvnir í Føroyum seinastu mánaðirnar.

Í januar fór ein ferðamaður úr Eysturríki við tyrluni til Fugloyar, men síðani hvarv hann, og varð ikki afturfunnin, hóast leitað varð.

Og síðani í februar hevur løgreglan leitað eftir einum ferðamanni úr Fraklandi, sum tey vita, er komin til Føroya, men síðani veit eingin meiri um hann at siga.

Tað var í Skriðudali, har báa merkið stendur, at persónurin var funnin. Myndin er av foroyakort.fo