Petur Larsen farin

Petur Larsen var komin væl upp í árini, 89, nú hann legði árarnar inn.

 

 

Eg eri so glaður um, at eg fekk eina viðtalu við Petur, tá ið eg saman við Zacharias Hammer gjørdu filmin "Fuglafjørður fjølgast." Hansara frásøgn var ein fongur.

Petur var kendur sum ein dugnaligur vinnulívsmaður, ið fekk alt at bera til, ið hann fekst við, og vanliga var hann altíð har, sum harðast leikaði á.

Í filminum sigur hann frá sínum barna - og ungdómsárum, ið vóru alt annað enn løtt.

Familja hansara sum sum búði í Sundalagnum, høvdu tikið ta avgerð, at flyta til Fuglafjarðar at búgva. Um somu tíð skuldi pápin fara til skips, men tað vildu so illa til, at skipið hann fór við fórst við mann og mús.

Lagnan er so margháttlig, og eingin kennir dagin, fyrrenn sólin fer til viðar.

Henda dagin vóru mong rakt av sorg . Ein teirra var Margreta, mamma Petur Larsen, ið kom at sita sum einkja við stórum barnaflokki - átta børnum og tað nýggjinda gekk hon við.

"Einkjan," varð Margreta nevnd í Fuglafirði og kend sum ein megnarkvinna í Fuglafirði, tók sær fyrimyndarliga væl av børnunum og komu tey øll væl undan.

Omma mín, Anna á Støðini, sum var næsti granni hjá Margretu, tosaði mangan um "einkjuna," og tað vóru mangar góðar og vakrar lýsingar av hesi megnarkvinnu.

Petur hevði í síni frásøgn í filminum so nógv gott at bera fuglfirðingum. Hann fortaldi mær, at tá ið sorgin og saknurin leikaði harðast á, tá vístu fuglfirðingar, hvønn dygga stuðul, tey áttu í teimum. Á úthurðini hekk mangan ein posi við fiski, kjøti o.ø., og hvør, ið hevði hongt tað á lásið, fingu tey ongantíð at vita - tað helt Petur vera tað allarvakrasta.

Petur arbeiddi sum heilt ungur hjá "Pidda" og hevði ynski um at sleppa í smiðjulæru. Eftir at hava gjørt eitt nýtt stempul at merkja saktfiskaposarnar við, og sum gjørdi hetta arbeiðið nógv skjótari og lættari, segði Piddi: Hesin ungi maðurin skal til arbeiðis í Smiðjuni í morgin. Og so varð.

Blaðungur slapp Petur í smiðjulæru, og teir sum har starvaðust høvdu á orði, hvussu dugnaligur hesin nýggi lærlingurin var. Smiðjumeistarin Esmar Simonsen sáli, skuldi taka til, at hesum manninum fór nógv at spyrjast burturúr - og rætt fekk hann og hinir smiðjumenninir.

Petur var ein úrmælingur, og boð vórðu eftir honum nógvastaðni frá, og alt hann átók sær, varð væl úr hondum greitt.

Boð vórðu eisini eftir honum aðrastaðni frá. Hann setti m.a. Baader flakamaskinur upp ymsastaðni, ikki bert í Føroyum, men eisini aðrastaðni, eitt nú í Grønlandi.

Fyri ikki so mongum árum síðani bygdi hann sær smiðju niðrá á kaiøkinum, har hann starvaðist. Tá ið hann legði frá sær, tóku synirnir yvir, og væl hevur vignast.

Petur hevði stóran áhuga fyri tí, ið hendi í samfelagnum og dugdi sera væl at føra fram síni sjónarmið. Hann var ein tjóðskaparmaður um ein háls og duldi ikki fyri at siga sína hugsan.

Petur var giftur við Annu, sum var dóttur Lutheriu og Jákup Frants. Hon var honum ein dyggur stuðul, ið hann so mangan hevði á orði. Fimm børn áttu tey.

Petur var ein fryntligur og fyrikomandi maður og aloftast við tí góða orðinum. Men hann kundi eisini verða bersøgin og siga tað, ið sigast skuldi á rætta staðnum við rætta persónin.

Eg plagdi at vitja Petur nú hann búði á Vesturstovu í Fuglafirði.

Hann gramdi seg ongantíð um nakað, var so takksamur fyri alt og hvørjaferð eg vitjaði hann,tók hann til, hvussu væl hann varð ansaður á Vesturstovu.

Hóast árini vóru mong, so gjørdist eg ikki sørt kløkkur at frætta, at Petur varð farin, tí tveir dagar frammanundan hevði eg vitjað hann og fingið eitt gott prát við hann um góðar, gamlar dagar, ið hann dugdi so væl at lýsa , og væl dámdi mær at lýða á.

Saknurin verður stórur, serliga hjá tær Annu og børnum tykkara.

Við hesum fátæku orðum verður friður lýstur um minnini um Petur Larsen.

 

Signar á Brúnni