Petur Skeel: tað verður lýtt í morgin

Hitin kemur at liggja millum 9 og 12 stig í morgin. Tað verður yvirhøvur turt hesa vikuna.

Veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen boðar frá lýggjum veðri í morgin, og hitin kemur at liggja millum 9 og 12 stig.

 

Restina av vikuni verður nakað kaldari, men burtursæð frá løtum við sirmi, so verður tað yvirhøvur turt.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Petur Skeel Jacobsen sigur um veðrið teir komandi dagarnar.