P/F Poul Hansen vald til virðiliga fyrimynd

Tað var fyritøkan P/F Poul Hansen, sum í dag varð vald til eina virðiliga fyrimynd hjá Dugna. Fyritøkan samstarvar við Dugna um endurnýtslu, millum annað við frukt- og grønmetisnetum. Fyritøkan hevur eisini fólk við skerdum førleikum í starvi

Høgni Hansen móttekur heiðurin frá Ásu Olsen, stýrisforkvinnu í Dugna

Høgni Hansen móttekur heiðurin frá Ásu Olsen, stýrisforkvinnu í Dugna

Tað var Høgni Hansen, stjóri á P/F Poul Hansen, sum tók móti heiðrinum.

– Vit hava gjørt eitt bundið frukt- og grønmetis net. Tað er Dugni, ið hevur faldað ein posa burturúr okkara tilboðsbløðum. Hetta eru tey bløðini, ið leypa av í handlunum og frá Posta. Tað fer so til Dugna, og tey falda ein posa úr hesum. Tað fara restir av einum noða niðurí og uppskrift uppá tvey ymisk berinet. Til ber at keypa hetta úti í Á-handlunum, og so kann ein binda sær sítt egna frukt- og grønmetisnet, sigur Høgni Hansen.

Dugni fær fleiri noður ella restir inn, og fyritøkan eggjar so fólki at binda sjálvi. Tað er endurnýtsla allanvegin ígjøgnum. Í netunum er pláss fyri minst átta fruktum, og ein stór mellón passar eisini í.

Mánadagin í komandi viku fer fyritøkan at kunna nærri um hesi frukt- og grønmetisnetini.

##med2##

P/F Poul Hansen hevur eisini gjørt eitt átak at endurnýta tilboðsbløðini sum jólapynt. Tey hava sett klippistrikur í tilboðsbløðini, sum koma út í øll heim í landinum, umframt leiðbeining. So ber til hjá fólki at klippa út og leggja saman og gera jólastjørnur.

– Vit hava í fleiri ár havt nógv fólk við skerdum førleikum í starvi. Bæði í okkara handlum kring landið og á heilsøluni. Tað er ein partur av virkisætlanini hjá okkum eisini at vísa sosial atlit, sigur Høgni Hansen.

##med3##

Umleið 200 fólk tilsamans eru í starvi hjá P/F Poul Hansen og handlunum hjá fyritøkuni kring landið.

Les eisini: Rannvá Kunoy hevur gjørt kærleikskúluna

Sí fleiri myndir frá hátíðarhaldinum her.


##ms##

Høgni Hansen móttekur heiðurin frá Ásu Olsen, stýrisforkvinnu í Dugna