Pfizer fer at lata nógv meira vaksinu

Frá apríl kann Pfizer/BioNTech lata Danmark meira enn tvífalt so nógvar skamtar, sum ætlanin var

Danmark – og harvið eisini Føroyar – kunnu rokna við at fáa nógv meira koppingarevni frá Pfizer/BioNTech frá apríl at rokna, enn fyritøkan higartil hevur latið.

Hetta skrivar blaðið Berlingske.

Ætlanin hevur verið, at Danmark skuldi fáa góðar 87.000 skamtar um vikuna, men útlit eru nú fyri, at Danmark fer at fáa góðar 200.000 skamtar um vikuna frá apríl at rokna.

Føroyar fáa sín lutvísa part av koppingarevninum, sum Danmark fær, og tí kann økta veitingin seta størri ferð á koppsetingina í Føroyum eftir páskir.

Higartil hava tilsamans 6713 føroyingar fingið minst eitt prik, og tað svarar til umleið 12,7 prosent av fólkatalinum. Næstan fimm prosent eru liðug koppsett.