Phd systrar granska í fiskatilfeingi

Systrarnar Unn og Sanna Laksá fóru báðar til Liverpool at lesa, har tær hava nomið sær Phd útbúgving. Aftaná 8 ár í Bretlandi, eru báðar nú aftur í heimbygdini Syðrugøtu, har tær arbeiða við menning av fiski- og alivinnu. Onnur er stjóri í granskingarstovninum Sjókovanum og hin er búskaparráðgevi hjá Varðanum

 

 

Systrarnar Sanna og Unn Laksá úr Syðrugøtu hava báðar phd úr Liverpool. Nú arbeiða báðar við gransking. (Mynd: Álvur Haraldsen)

Systrarnar Sanna og Unn Laksá úr Syðrugøtu hava báðar phd úr Liverpool. Nú arbeiða báðar við gransking. (Mynd: Álvur Haraldsen)

Sambandið ímillum gransking og sjófeingisvinnur er blivið tættari enn nakrantíð áður við systrunum Unn og Sannu. Eftir útbúgvingarørindi í Liverpool, hava tær í teirra nærumhvørvi, hvør í sínum lag, arbeitt við burðardyggari menning og umsiting av fiski- og alivinnu.


Liverpool

– Eg hevði hug at fara til Bretlands at lesa stjórnmálafrøði. Eisini fyri at styrkja førleikarnar í enskum. Eg søkti og fekk møguleikan á fleiri universitetum. Eg hevði hoyrt áðrenn, at Liverpool var ein ídnaðarbýur, sum kanska ikki var so áhugaverdur. Eg fór eitt vikuskifti hagar at vita, hvussu býurin var, áðrenn eg valdi at lesa har. At eg so eisini haldi við Liverpool, spældi nokk eitt sindur inn eisini, sigur Unn Laksá, sum nú er 36 ára gomul.
Meðan hon las í Onglandi, var hon ofta og hugdi eftir yndisliðnum.

– Tað var ikki fyrr enn tá ið eg var komin hagar, at liðið aftur byrjaði at vinna. Teir vunnu  Champions League Í 2005, sum eg var byrjað um heystið 2004, sigur Unn og flennir.


Í fótafetunum hjá systrini

Unn og Sanna eru einsamallar systrar. Lítlasystirin var fleiri ferðir og vitjaði systrina í Liverpool og dámdi sera væl býin. Tað endaði tí við, at hon eisini valdi at lesa í Liverpool, tá hon fann sína dreymaútbúgving innan støddfrøði og búskaparfrøði á University of Liverpol.

– Eg ynski altíð at lesa í einum enskt talandi landi, so tað var stuttligt at hetta kundi gerast í Liverpool og so tætt saman við Unn, sigur Sanna, sum nú er 30 ára gomul. 


Lesið alla samrøðuna við systrarnar Unn og Sannu Laksá í Vinnuni, sum er eykablað í Sosialinum, og sum er at fáa í sølubúðum kring landið. Møguleiki er eisini at lesa blaðið her.

Systrarnar Sanna og Unn Laksá úr Syðrugøtu hava báðar phd úr Liverpool. Nú arbeiða báðar við gransking. (Mynd: Álvur Haraldsen)