Philip Manshaus hevur nú greitt frá hendingunum

- Hetta er ræðuligt og óskiljandi. Eg skilji ikki, hvør stendur aftan fyri slíka heilavasking, sigur pápin.

 

 

21 ára gamli, Philip Manshaus, hevur nú greitt løgregluni frá, hví hann framdi brotsgerðirnar.

21 ára gamli, Philip Manshaus, hevur nú greitt løgregluni frá, hví hann framdi brotsgerðirnar.

 

Um advokatin hjá sær, Vibeke Hein Bæra, sigur pápi at 21 ára gamla, Philip Manshaus, sum er skuldsettur fyri at hava dripið 17 ára gomlu fostursystir sína og fyri at hava lopið á moskuna í Bærum, at hann skilir ikki, hvør tað er, sum heilavaskar ung menniskju og fær tey til at fremja slíkar ræðuligar brotsgerðir. 

- Hetta er ræðuligt og óskiljandi, sigur pápin.

Seinnapartin í dag og í kvøld hevur Philip Manshaus verið til avhoyringar hjá løgregluni, og her viðgekk hann tey faktisku viðurskiftini, men enn hevur hann ikki tikið støðu til, um hann er revsisekur. - Frágreiðingin hjá skuldsetta hevur givið eitt týdningarmikið íkast til kanningararbeiðið, sum skal gerast, sigur politiadvokaturin, Pål-Fredrik Hjort Kraby.

Philip Manshaus hevur annars ikki viljað sagt nakað fyri løgregluni og hevur ikki vilja latið seg avhoyra, ið hann sum skuldsettur eisini hevur loyvi til. Verjin hjá honum, Unni Fries, sigur í kvøld við NRK, at avhoyringin gekk friðarliga fyri seg, og advokaturin leggur aftrat, at skuldsetti var samstarvshugaður undir avhoyringini.

Politiadvokaturin sigur, at Philip Manshaus hevur greitt frá, hví hann framdi brotsgerðirnar. - Hann hevur greitt frá sínum motivum aftan fyri tað, hann hevur gjørt, og hann hevur eisini greitt frá báðum hendingunum, sigur Pål-Fredrik Hjort Kraby.

 

 

 

21 ára gamli, Philip Manshaus, hevur nú greitt løgregluni frá, hví hann framdi brotsgerðirnar.