Fekk debut fyri Real Madrid

Martin Ødegaard fekk um vikuskiftið sínar fyrstu minuttir fyri spanska stórfelagið.

Leygardagin upprann stóri dagurin hjá 16 ára gamla norska stórtalentinum, Martin Ødegaard, tá ið hann fekk debut fyri Real Madrid. Hetta var í dystinum hjá eykaliðnum, Real Madrid Castilla, ímóti Athletic Bilbao B.


Venjari hansara, navnframi Zinedine Zidane, setti hann á vøllin fyri Álvaro Giménez tá ið 71 minuttir vóru spældir. Real Madrid Castilla var tá á odda 2-1, men dysturin endaði við 2-2-javnleiki. Real Madrid Castilla er tó framvegis á odda í triðbestu deildini, Segunda B.


Fleiri norskir fjepparar vóru til staðar til dystin, og sambært frásagnum á staðnum vísti Ødegaard síni kynstur við fleiri góðum driblingum og samanspølum. Hinvegin misti hann eisini nógvar bóltar og frásagnirnar siga, at hann hevur eina trupla byrjan.