Pisa-kanningar: Afturgongd í lesingini

Føroyar hava havt afturgongd í lesing, men framgongd í náttúruvísind og støddfrøði.

Tað er niðurstøðan, nú PISA-kanningin frá í fjør varð løgd fram á Hotel Føroyum fyrrapartin í dag.

 

Føroyar hava havt framgongd í lesing til allar undanfarnu PISA-kanningar, men hesaferð var afturgongd. Frágreiðingin vísir, at miðal PISA-stig hjá føroyskum næmingum í lesing er 455, og hetta merkir, at Føroyar liggja langt undir OECD miðal -  ímillum Grikkaland og Kili. Miðaltalið hjá OECD londum er 487 stig. Estland er tað OECD landið, ið stóð seg best innan lesing við 523 stigum.

Stórur munur er á føroysku gentunum og dreingjunum innan lesing. Innan allar tættirnar í lesikanningini vóru gentur munandi betri umboðaðar innan hægru førleikastigini, samstundis sum dreingir vóru meira umboðaðir á lægru førleikastigunum. 41% av gentunum vóri á førleikastigi 3 og upp eftir, meðan bert 30% av dreingjunum vóru tað.

Í frágreiðingini verður annars víst á, at hóast afturgongd er í lesiførleikunum hjá føroysku næmingunum, so er botnurin lyftur, og eingir næmingar eru endaðir á niðastu førleikastigunum.

Í frágreiðingini varð mælt til, at vitanardepil fyri lesing skal setast á stovn, umframt at próvtøkutilfar skal vera á støði við hægstu stigini í PISA-kanningini. Harumframt varð mælt til, at føroyskt skal styrkjast sum amboðslærugrein í dagstovna- og skúlaskipanini.

 

Framgongd innan náttúruvísind

Innan náttúruvísindi var framgongdin 19 stig, frá 446 stigum í 2015 upp á 465 stig í 2018. OECD lond høvdu í miðal afturgongd á 2 stig, og Norðurlond høvdu eina afturgongd á 4 stig.

Føroyar hava havt framgongd innan náttúruvísindi síðan 2006, og hóast Føroyar eru eitt av londunum við størstu framgongdini, so eru Føroyar framvegis væl undir OECD miðal, ið er 489.

 

Støddfrøði oman fyri OECD miðal

Í støddfrøði eru Føroyar fyri fyrstu ferð farnar upp um OECD miðal. Miðaltalið fyri Føroyar í 2018 var 490 stig, meðan OECD miðal var 489 stig. Føroyskir næmingar eru tó illa umboðaðir á hægri førleikastigunum innan støddfrøði enn onnur lond. Bert 0,2% av føroysku næmingunum vóru á hægsta førleikastøði, meðan OECD miðalin var 2,4%. Á næsthægsta førleikastøði vóru tølini ávíkavist 2% og 10,9%.

 

Í framløguni varð víst á, at yvirhøvur er hugburðurin hjá næmingunum til PISA-royndirnar ikki nóg góður. Av 734 næmingum, sum kundu havt svarað kanningini, vóru 564 næmingar, sum svaraðu. Samstundis vóru næmingarnir spurdir eftir royndina, hvussu motiveraðir teir vóru til kanningina, og bert 54% av næmingunum svaraðu, at teir vóru motiveraðir til at gera sítt besta til PISA-royndina. Serliga vóru tað næmingarnir á lægri førleikastigunum, ið søgdu seg ikki vera motiveraðar til royndina, og sum ikki hildu, at royndin var týdningarmikil fyri teir.