Plantusølan hjá Hanne-Dot er serstøk

Hanne-Dot Ludvig sigur, at hon og maðurin byrjaðu at skipa urtagarðin við Landavegin longu í 1981.

Hanne-Dot og Hans Jákup Ludvig.

Hanne-Dot og Hans Jákup Ludvig.

 

Í VikusiftisSosialinum, sum kom í gjár, var serblað við heitinum - Heim og Urtagarðar - og her hevur blaðið eitt nú vitjað plantusøluna hjá Hanne-Dot við Landavegin í Havn.

Plantusølan hjá Hanne-Dot Lugvig er nakað heilt serligt. Umframt sjálva søluna í hugnaliga umhvørvinum, er her eisini urtagarðurin hjá henni og manninum, Hans Jákupi Ludvig, sum henda dagin, vit vitjaðu, eisini tók eina hond í.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri plantum og vøkstri - ja, helst havi eg fingið henda áhuga í vøggugávu, sigur Hanne-Dot Ludvig. Tað var tó ikki fyrr enn í 2003, at hjúnini lótu upp plantusølu, og síðan hevur virksemið bara ment seg, og umstøðurnar eru vorðnar betri og betri.

Tað er ikki, fyrr enn tú kemur inn á økið, at tú sært allan vakurleikan og vælskipaða urtagarðin og søluna hjá hjúnunum báðum. Meðan vit standa og práta, sigur Hans Jákup Ludvig, at tey hava opið í summarhálvuni og stongt um veturin.

Hanne-Dot Ludvig sigur, at hon og maðurin byrjaðu at skipa urtagarðin við Landavegin longu í 1981. Tað var tó ikki fyrr enn í 2003, at hjúnini lótu upp plantusølu, og síðan hevur virksemið bara ment seg, og umstøðurnar eru vorðnar betri og betri. - Alt virksemi er her inni í havanum hjá okkum, sigur hon.

- Veðrið hevur stóra ávirkan á plantusøluna, og tað kom eitt sindur dátt við, at vit rendu okkum beint í korona-trupulleikan í Føroyum, tá vit nærkaðust upplating. Men, tað hevur gingið væl og soleiðis, sum smittan í Føroyum tíbetur er minkað burtur í einki í løtuni, hava vit havt nógv at gera.

Hanne-Dot Ludvig vísir á, at plantusølan er ikki ein blómuhandil, og soleiðis selja tey ongar blómusamlingar, bukettir, ei heldur kransar, sum blómuhandlarnir gera. - Hetta er eitt øki, sum onnur taka sær av, og vit gera heldur einki burtur úr jólunum og sølu av eitt nú granni. Tað lata vit tey um, sum fáast við hetta, sigur hon.

Hjá plantusøluni hava tey ongar ætlanir um at fara inn á hetta økið hjá blómuhandlunum. - Vit hava ongar blómubindarar í starvi, og tískil er marknaðurin, sum hoyrir jólunum og veitslum og árstíðunum annars til, ikki tað, sum vit fáast við, sigur Hanne-Dot Ludvig.

Hanne-Dot og Hans Jákup Ludvig.