Plastik er fantastiskt - til eitt vist

- Einki er galið við plasti, um tað verður burturbeint á rættan hátt. Men tá mann blakar tað í havið ella náttúruna, tá verður tað ein trupulleiki, sigur Jens-Kjeld Jensen

Jens-Kjeld Jensen (Mynd: Marita Gulklett)

Jens-Kjeld Jensen (Mynd: Marita Gulklett)

- Plastik er fantastiskt.

Tað sigur djórakennarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin í sambandi við prát um plastdálking og fuglalív.

- Einki er galið við plasti, um tað verður burturbeint á rættan hátt. Men tá mann blakar tað í havið ella náttúruna, tá verður tað ein trupulleiki. Tað er tá, ketan hoppar av, sigur hann.

- Tað er nakað tvætl, at mann ikki má brúka plastkoppar og tallerkar, tí um tað verður burturbeint á rættan hátt, so er eingin trupulleiki. So tað snýr seg bara um at læra fólk at ikki blaka tað frá sær í náttúruni, so tað fær avleiðingar fyri djór og umhvørvið, sum vit so ofta hava sæð, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Les eisini: Funnu nógv plast í føroyskum nátum - eisini plastringar

Jens-Kjeld Jensen (Mynd: Marita Gulklett)