Plastringar í milliónatali sløðast í Norðradali

Hol er komið á fleiri sekkir, sum standa beint við eina á

Við gomlu smoltstøðina í Norðradali liggja fleiri milliónir av umstríddu plastringunum, sum smoltstøðir brúka at reinsa vatn við. Teir liggja í gomlum sekkum, sum hol er komið á, og í einum stórum øki rundan um sekkirnar sæst grasið næstan ikki - men er fjalt undir øllum plastringunum.

Líknandi plastringar hava sett dagsskránna seinastu vikuna, tí nógva staðni kring landið eru plastringar í túsundatali skolaðir upp á land. 

Men enn er ikki vist, hví allir hesir knappliga eru at síggja við sjóvarmálan, og mann veit heldur ikki, hvar teir koma frá. 

##med3##

##med8##

Ringarnir í Norðradali eru sera lítlir og hava leingi ligið í stórum sekkum. Við einum skjótum eygamáti sær tað út til, at har í øllum førum eru nakrar milliónir tilsamans.

Nakrar fáar metrar við síðuna av hesari stóru rúgvuni av plastringum er ein á, sum rennur oman í sjógvin.

Heilt fáir plastringar liggja á áarbakkanum, men í mun til teir nógvu túsund, sum eru skolaðir upp á land kring landið, ber yvirhøvur ikki til at gera nakra niðurstøðu um, hvørt smoltstøðin í Norðradali er keldan.

Flestu plastringarnir síggja eisini øðrvísi út, enn hinir, sum eru skolaðir upp á land, men har ein lítil partur síggja líka út, men tað er ósannlíkt, at hetta eru teir somu plastringarnir.

##med2##

##med7##

##med4##

Smoltstøðin í Norðradali er niðurløgd fyri nógvum árum síðani, og sum skilst hava hesir plastringarnir ongantíð verið brúktir í nøkrum virksemi har.

##med5##

##med6##

##med8##