Polarhav komin av bedingini á Skála

Fríggjadagin í seinastu viku eydnaðist tað loksins at fáa Polarhav av bedingsvogninum hjá Mest á Skála, har hann hevði staðið fastur í næstan fýra vikur. Bedingsvognurin verður nú kannaður nærri, áðrenn hann verður tikið í brúk aftur

Polarhav stóð niðri við sjóvarmálan á bedingini hjá Mest á Skála. (Mynd: Frants Jensen)

Polarhav stóð niðri við sjóvarmálan á bedingini hjá Mest á Skála. (Mynd: Frants Jensen)

– Vit fingu skipið av fríggjadagin. Tað gekk sum ætlað, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest.

Tað eru nú næstan fýra vikur síðani, at Polarhav gjørdist fastur á bedingsvogninum. Meðan teir vóru í gongd við at taka skipið upp, hendi tað, at bedingsvognurin varð avsporaður, og skipið slapp hvørki oman ella niðan. Skipið hevur síðani staðið niðri við sjóvarmálan á bedingini. Meðan tað hevur staðið har, hevur viðlíkahaldsarbeiði verið gjørt.

Kanna bedingsvognin
Tað hevur drigið eitt sindur út at fáa Polarhav av bedingini aftur. Teir hava millum annað bíðað eftir nakað av útgerð fyri at fáa lyft skipið upp.

Stjórin á Mest hevur áður sagt, at hann væntaði, at skipið fór at vera tikið av í vikuni, sum fór, og tað eydnaðist.

Polarhav og Stjørnan liggja framvegis á Skála. Ætlanin var, at Stjørnan skuldi upp á beding, tá ið Polarhav var komin av bedingini aftur. Men Stjørnan fer ikki upp á beding enn, tí at nú skal bedingsvognurin kannast nærri. Um hann skal umvælast, útskiftast ella okkurt annað skal gerast, vil Mouritz Mohr tó einki siga um.

Arbeitt verður tó víðari upp á Stjørnuna, men tað verður gjørt í dokkini hjá Mest á Skála.

##med2##

Fara á upsaveiðu

J.F.K. Trol í Klaksvík eigur Polarhav og Stjørnuna. Teir hava roynt eftir gulllaksi frá apríl til seinast í august. Síðani hava teir verið á upsaveiðu.

Reiðarin á Polarhav og Stjørnuni, Hanus Hansen í Klaksvík, var eitt sindur ivandi, um Mest bleiv liðugt við umvælingarnar í síðstu viku.

Skipini skuldu eftir avtalu vera fýra vikur á beding, men nú verður tað eitt sindur longri enn tað.

Hanus Hansen sigur, at skipini fara á upsaveiðu, tá ið viðlíkahaldsarbeiðið er liðugt.

Polarhav stóð niðri við sjóvarmálan á bedingini hjá Mest á Skála. (Mynd: Frants Jensen)

Polarhav stóð fastur, tí at bedingsvognurin varð avsporaður. (Mynd: Frants Jensen)