Politikarar skulu upplýsa hvørjum teir fáa pengar frá

Tað skal vera alment, hvønn fíggjarligan stuðul politikarar fáa

Tjóðveldi heldur, at nú skulu hesi upplýsa fyri almenninginum, hvør stuðlar teimum fíggjarliga

Tjóðveldi heldur, at nú skulu hesi upplýsa fyri almenninginum, hvør stuðlar teimum fíggjarliga

Politikarar skulu upplýsa fyri almenningingum, hvønn fíggjarligan stuðul teir fáa frá privatfólki, og privatum fyritøkum.

Tað heldur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja tað.

Og hetta skal vera galdandi fyri bæði politiskar flokkar, politikarar, og valevni.

Í dag er tað ikki eitt krav, at politikarar skulu upplýsa fyri almenninginum, hvønn fíggjarligan stuðul, teir fáa.

– Avleiðingin er, at almenningurin ikki veit um tað eru ávís privat áhugamál, sum stuðlað ávísum politikarum - og sostatt fáa politikararnir eisini eitt ávíst fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar. 

Men nú heldur Kristina Háfoss, at politiskir flokkar skulu gera roknskap, ið eisini skal fevna um, hvønn hvørjum, teir fáa stuðul frá.

– Tað er neyðugt við fullum gjøgnumskygni, tá umræður møguligan privatan stuðul, ið politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fáa, heldur Kristina Háfoss. 

Sama slag uppskot varð eisini lagt fram á Løgtingi í oktober í 2014, men tá varð tað ikki samtykt.

Nú verður so gjørd enn ein roynd, at fáa málið samtykt, sigur hon.

Tjóðveldi heldur, at nú skulu hesi upplýsa fyri almenninginum, hvør stuðlar teimum fíggjarliga