Valevni Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið

Politikkur fyri vaksin

Snakk ella úrslit

Ein flokkur vil vera »sambandsrøddin«; ein annar vil vera »loysingarrøddin«.

Men at senda fólk niður á Fólkating at skeldast um hetta, fær ongan ítøkiligan týdning fyri nakað menniskja.

##med2##

Javnaðarflokkurin fer ikki at draga føroyskar ósemjur til Danmarkar.

Vit verða hvørki ein loysingar- ella sambandsrødd. Vit verða ein føroysk rødd.

Og vit verða meira enn bara ein rødd.

Vit vilja hava úrslit. Ítøkilig úrslit. Stór og smá.

Tað ljóðar ikki so flott.

Men tað hevur veruligan týdning fyri verulig fólk í gerandisdegi teirra.

Tað er politikkur fyri vaksin.

##med3##

Nøkur úrslit frá farna skeiði

·       Umboðan, sum hevur skapt virðing.

·       3,6 mió. kr. í endurgjaldi til føroyingar í Danmark, sum av órøttum mistu rættin til barnapengar.

·       Nýggj fólkatingsnevnd við føroyskari umboðan sett, sum skal hava fokus á Arktis.

·       3 mió. kr. til FarGen (umframt 10 mió. í farna valskeiði).

·       Betri kor til veteranar.

·       Markaforðingar beindar burtur.

·       25 mió. kr. til upplýsing um londini í ríkisfelagsskapinum. Føroyingar fara at kunna søkja (avtalan gjørd millum forsætisráðharran og løgmann).

·       Undirvísing um Føroyar í donsku skúlunum.

·       Persónsmál loyst.

·       9,5 mió. kr. til mentanarhús í Klaksvík.

·       Frágreiðingar um m.a. Brexit og Føroyar, yvirtøku av abortlógini og hvat fær føroyingar at flyta heim.

·       5 mió. kr. til Gamla Hospital, sum skal vera savn og fountainhús. 

·       Upplýsing í Danmark um grindadráp.

·       Kjakfundir um oljuvinnu, plastikkdálking, shipping, islam, abort, turismu o.m.a.

·       2,5 mió. kr. til Føroyahúsið.

·       Kveikt áhuga hjá Novo-grunninum fyri at gera íløgur í Føroyum.

·       Og mangt, mangt annað.

 

Set X við lista C mikudagin, so heldur arbeiðið fram. 

Vel politikk fyri vaksin fólk.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

Valevni Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður

Henrik Old sum varamaður í Fólkatinginum

Aksel V. Johannsen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum

Mortan Winther Poulsen framman fyri Gamla Hospital, sum hevur fingið 5 milliónir krónur í stuðuli, og sum skal vera savn og fountainhús

Rigmor Dam á Fólkatingsins talarastóli

Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, og Bjarni Hammer, varamaður á Fólkatingi fyri Sjúrð Skaale

Bjarni Hammer í fólkatingssalinum

Rigmor Dam á skrivstovu Javnaðarfloksins á Christiansborg. Aftanfyri síggjast myndir av fyrrverandi føroyskum fólkatingsmonnum