Politiskur ruðuleiki í Italia

Forsætisráðharrin hevur lagt frá sær aftaná ósemju við samstarvsfelaga

Giuseppe Conte. Mynd: Ritzau / Scanpix

Giuseppe Conte. Mynd: Ritzau / Scanpix

Italski forsætisráðharrin Giuseppe Conte hevur í dag boðað frá, at hann leggur frá sær í kjalarvørrinum av politiska ruðuleikanum, ið hevur valdað seinastu vikurnar. Tað skrivar Danmark Radio.

Í einari fráboðan til parlamentið upplýsir hann, at hann leggur frá sær vegna atburðin hjá innanríkisráðharranum Matteo Salvini, ið eisini er formaður í Lega, ið er annar av stjórnarflokkunum í Italia. Forsætisráðharrin metir, at innanríkisráðharrin hevur arbeitt ímóti stjórnini seinastu vikurnar.

Sjálvur hevur Giuseppe Conte ikki limaskap í nøkrum politiskum flokki, men peikaðu Lega og Fimmstjørnu-rørslan á hann sum forsætisráðharra, tá flokkarnir vunnu parlamentsvalið í Italia í fjør.

Samstarvið hevur tó verið alt annað enn gott, og seinastu vikurnar hevur serliga Matteo Salvini víst á, at stjórnin ikki hevur lív lagað og ynskir tí nýval.

Ynskið um nýval er allarhelst tengt at teimum seinastu veljarakanningunum, ið vísa, at Lega stendur til at gerast stóri vinnarin um val varð hildið í Italia í dag.

Atburðurin hjá Matteo Salvini fellir tó ikki í serliga góða jørð hjá Giuseppe Conte, ið nýtti fráboðanina í dag at finnast at samstarvsfelaganum.

- Hann hevur prógvað, at hann hugsar bara um áhugamálini hjá sær sjálvum og hansara flokki. Hansara avgerðir eru ein álvarsamur vandi fyri okkara tjóð, segði forsætisráðharrin, tá hann legði frá sær í dag.

Hóast forsætisráðharrin hevur lagt frá sær, merkir tað ikki, at stjórnin er koyrd til hús. Tað valdið liggur hjá forsetanum Sergio Mattarella, ið avgerð, um hann upploysir stjórnina. Um hann ger tað, kann hann eisini velja, um hann útskrivar nýval ella skipar eina stjórn mannað við teknokratum.

Giuseppe Conte. Mynd: Ritzau / Scanpix