Posta fær frið

Nýggja samgongan ætlar ikki at gera nakra nýggja roynd at selja Posta

Ongar ætlanir eru um at einskilja almenna partafelagið Posta. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, nýggjur landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Undanfarna samgonga arbeiddi annars við at einskilja almenna partafelagið, men tá einans eitt boð kom upp á fyritøkuni, ið varð mett ikki at vera nøktandi, bleiv einskiljingin fyribils steðgað.

##med2##
Jørgen Niclansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

Í september tók ein nýggj samgonga við landsins leiðslu, og bleiv Posta tá lagt undir Fíggjarmálaráðið, ið Jørgen Niclasen umsitur. Og hóast hann atkvøddi saman við 23 øðrum tingmonnum fyri at selja Posta í vetur, ger hann nú greitt, at eingin nýggj roynd verður gjørd at selja almenna partafelagið.

- Løgtingið samtykti at selja, men har kom einki nøktandi boð, so tað er steðga upp. Eg dugi heldur ikki at síggja hvat er broytt síðan fyrstu royndina, so vit hava ongar ætlanir um at gera eina nýggja roynd, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.