Føroyingar skulu spyrja Lars Løkke um lov

Hann vil sleppa at hava ein fingur við í arbeiðnum at gera eina føroyska grundlóg

Ein føroysk grundlóg skal halda seg innanfyri donsku grundlógina.

 

Tað staðfesti danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, enn einaferð í gjár.

 

Arbeitt verður við at gera eina føroyska grundlóg, sum skal til fólkaartkvøðu næsta ár. og nú hevur Magni Arge, fólkatingsmaður, spurt forsætisráðharran, um hann er til reiðar at viðurkenna, at tað verður sett í eina føroyska grundlóg, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt á egnum viðurskiftum.

 

- Í hesum umfari snýr ein føroysk grundlóg seg ikki um at loysa frá Danmark, men um at styrkja fólkaræðiliga grundarlagið undir føroysku tjóðini, og at tryggja okkara grundleggjandi rættindi, greiddi Magni Arge, danska forsætisráðharranum frá.

 

Lars Løkke Rasmussen staðfestir, at ein føroysk grundlóg skal ikki verða í stríð við donsku grundlógina. Og hann leggur afturat, at danska stjórnin tekur, heldur enn fegin, lut í viðgerðini fyri at tryggja, at arebeiðið at gera eina føroyska kann gerast liðugt - og fyri at tryggja, at ein føroysk grundlóg ikki er í stríð donsku grundlógina.

 

- Eg haldi, at tað skilabesta hevði verið at føroyskir myndugleikar ráðføra seg við donsku stjórnina fyri at tryggja, ein ein føroysk grundlóg ikki verður í stríð við donsku grundlógina, segði hann við Magna Arge.

 

Annars hevur hann fulla virðing fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti, og vilja føroyingar úr danska ríkinum, er tað ein avgerð, føroyingar eiga at taka.

 

Men so heitir hann aftur á føroyskar myndugleikar um at tryggja, at arbeiðið at gera eina føroyska grundlóg verður opið og gjøgnumskygd, og tað gerst best við at ráðføra seg við donsku stjórnina í sambandi við arbeiðið at gera eina føroyska grundlóg, sigur danski forsætisráðharrin.