Pressarin er hjá Belbek

Mynd: Kristian Eli Zachariasen

Mynd: Kristian Eli Zachariasen

MRCC boðar nú frá, at Pressarin er komin til farmaskipið Belbek, ið hevur rent seg fast á Signabø.

Ein endi verður um løtuni festur á Belbek, men ógreitt er, hvussu leingi tað fer at taka at fáa Belbek leyst aftur.

Sambært MRCC er fitt av vindi, og eysturættin liggur beint inn á síðuna á Belbek. Ætlanin er at seta endan á gronina á skipinum fyri soleiðis at venda gronina upp móti vindinum.

Tjaldrið er eisini boðsent, men er í løtuni vestanfyri og er ikki komið inn á Kollafjørð enn

Mynd: Kristian Eli Zachariasen