Pressurnar vórðu settar útum at rusta

ListGraFo visti av ongum, tá pressurnar vórðu settar útum í regnið í sambandi við umvælingina av Finsen

Felagið fyri grafisk listafólk, ListGraFo, hevði í 2015 fingið innivist í gomlu evningsstovuni undir auluni í kommunuskúlanum í Havn, og øll útgerðin teirra varð sett upp har inni.

Kommunuskúlin varð tó seldur til Bústaðir, og handverkarar fóru undir at gera skúlan um til lestrarbústaðir. Kortini varð tá komið ásamt um millum kommununa og ListGraFo, at listafelagið skuldi hava grafiskan verkstað í stovuni saman við kvøldsskúlanum

Sum partur av umbyggingini skuldu handverkararnir nýta evningsstovuna til verkstað, hóast maskinur og amboð hjá ListGraFo vóru inni har.

Í oktober mánaði í 2017 fingu tey í felagnum ein skelk, tá tey funni útav, at øll útgerðin stóð úti í regninum og rustar.

Eingin hevði sagt teimum frá, at útgerðin skuldi flytast - ella at hon varð flutt - og eiheldur vita tey, hvør hevur tikið avgerð um hetta.

Tey í ListGraFo eru, sum vera man, forharmað um viðferðina av útgerðini, tí frammanundan hevði útgerðin eisini tikið skaða av at standa í betongdusti og millum hvølvd málingablikk á verkstaðnum.

Tað seinasta, sum tey í ListGraFo hava sæð til útgerðina, sum millum annað telur fýra pressur, fór útgerðin í eina bingju, sum nú stendur onkrastaðni í einum bingjuplássi í Kollafirði, og eingin veit at siga, hvørjum standi útgerðin er í. Stóra pressan stendur tó á einari goymslu á Hjalla.

Les meira um ListGraFo og tilgongdina at finna sær innivist í Vikuskiftissosialinum.

Pressurnar toldu illa viðferðina, ið tær fingu

Tær tríggjar minni pressurnar umframt onnur útgerð stendur nú innilæst í onkrari bingju á bingjuplássinum í Kollafirði