Føroyingar sum arbeiða og sigla uttanlands, fáa hægri skatt

Samdøgursfrádrátturin skal nú takast av

- Nú skulu teir føroyingar, sum sigla við útlendskum fiskiskipum, sum sigla í Norðsjónum, og sum hava sigla við donskum skipum, og fáa DIS-inntøku, rinda meiri í skatti.

 

Tað verður avleiðingin, nú Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka samdøgursfrádráttin, sum tey fáa. Frádrátturin er 300 krónur um dagin, tey eru burtur, men nú ætlar samgongan so, at hann skal avtakast á nýggjárinum og  tað fer at geva landskassanum tríggjar milliónir meiri í inntøku.

 

- Hetta fer í størri mun, at javnseta føroyingar, ið eru við føroyskum fiskiskipum, og føroyingar, ið eru við útlendskum fiskiskipum, sigur Kristina Háfoss.

 

Hon heldur eisini, at her er í stóran mun, talan um skattgjaldarar, sum ikki hava stórvegis persónligar ferða- og uppihaldsútreiðslur í sambandi við at at arbeiða uttanlands.

 

Tey, sum sigla við útlendskum fiskiskipum, fáa fiskimannafrádrátt, sum allir aðrir sjómenn, fáa, og tey, sum hava DIS inntøku, rinda ikki inntøkuskatt í Føroyum, leggur hon afturat.

 

Kristina Háfos sigur, at av tí, at landsstýrið hevur havt stutta tíð síðan løgtingsvalið at fíggjarlógarlógina fyri næsta ár, hava stundir ikki verið til at senda uppskotið til ummælis hjá avvarðandi pørtum.