Prestur og bispur fyrstir at byggja

Tað er eitt sindur stuttligt, at í tveimum nýggjum útstykkingum - ávikavist á Strondum og á Sandi - eru prestur og bispur fyrstir at byggja.

Jákup Reinert Hansen er fyrstur á Sandi, og Jógvan Fríðriksson er fyrstur á Strondum.

Jákup Reinert Hansen er fyrstur á Sandi, og Jógvan Fríðriksson er fyrstur á Strondum.

 

Nú fast samband skjótt verður millum Hvítanes og Skálafjørðin við undirsjóvartunli, er áhugin fyri Skálafjørðinum veksandi - eisini, tá ræður um keyp ella bygging av sethúsum. Hetta hava tey eisini merkt í Sjóvar kommunu, sum hevur eina stóra útstykking við Hálsatjørn, ið er lendið norðan fyri landsvegin, ið gongur tvørtur um Raktanga. 

Her hevur kommunan útstykkjað tilsamans 42 grundstykki, og ætlanir eru um fleiri grundstykki aftrat í hesum umhvørvi, sum hevur eitt so fantastiskt útsýni. Øll 42 grundstykkini eru seld, men higartil er bara ein grund - ella eitt fundament - komið upp, og her byggir okkara háttvirdi bispur, Jógvan Fríðrikson, sær eini sethús.

Bispur býr í bispagarðinum í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn, men øll vita, at ein bispur - ella prestur - verður ikki allar ævir verandi tað, hann er. Einki stendur í stað, og einaferð fer eisini bispur út úr bispagarðinum. Hann byggir sær tískil síni egnu sethús við Hálsatjørn, eins og so mong onnur, sum eisini ætla sær at seta búgv her, nú Eysturoyartunnilin er so nær.

Sandoyartunnilin nærkast eisini, og her er meira enn helmingurin av teininum boraður. Nýggja farleiðin, sum er í væntu hjá sandoyingum, hevur eisini økt áhuga fyri bæði sethúsum og summarhúsum í Sandoynni. Á Vatnsryggi á Sandi hevur kommunan útstykkjað og planerað 13 grundstykki, sum flestu - fyri ikki at siga øll - munnu vera umbiðin. Kommunan hevur haraftrat keypt lendi til eini 25-30 grundstykki aftrat norðan fyri Vatnsrygg.

Tað, sum er eitt sindur stuttligt í øllum hesum er, at eisini á Vatnsryggi á Sandi er bara ein grund komin upp. Øll grundstykkini eru planerað, men eingin uttan fyrrverandi presturin í Sandoynni gjøgnum meira enn 30 ár, Jákup Reinert Hansen, hevur bygt í nýggju útstykkingini. Húsini hjá honum og konuni, Jóhonnu, eru komin upp, og tey eru flutt inn. Nú bíða tey eftir, at fleiri hús fara at koma upp í útstykkingini, og sum skilst, fara væntandi fleiri at byggja í næstum.

Jákup Reinert Hansen er ikki í starvi sum prestur longur. Hann búði í prestagarðinum í Todnesi á Sandi, men hevur seinnu árini starvast á Fróðskaparsetri Føroya, har hann bæði fæst við undirvísing og gransking. Hesi seinni árini hava hann og konan leigað sær hús á Sandi, og nú eru tey so flutt í spildurnýggj hús á Vatnsryggi.

Vanliga siga vit, at prestur - og sjálvsagt eisini bispur - vísa vegin, tá ræður um andaligan førning, og í hesum báðum útstykkingunum mugu vit bara ásanna, at teir eisini kunnu roynast sum vegvísarar og slóðarar, tá ræður um nýggja búseting.

 

 

 

Jákup Reinert Hansen er fyrstur á Sandi, og Jógvan Fríðriksson er fyrstur á Strondum.