Prince siglur ikki í morgin

Fyri veður verður eingin sigling á suðuroyarleiðini í morgin

Í morgin verður ikki møguligt at ferðast millum Suðuroynna og meginøkið sjóvegis - í øllum førum ikki, um mann ætlar sær við Prince, avloysaraskipinum hjá Smyrli. 

Strandferðslan boðar nevniliga í dag frá, at eingin sigling verður á leið 7 allan morgindagin. Orsøkin til avlýsingina er ringt veður, verður sagt í fráboðan.

Ringa veðurforsøgnin darvar ikki bara ferðsluni á suðuroyarleiðini. Spógvin siglur heldur ikki millum Gomlurætt og Hest, og Teistin hevur avlýst fráferðirnar klokkan 06:45 og klokkan 07:25.