Privat skulu røkja fleiri rutur hjá Strandferðsluni

Tað verður neyðugt at hugsa øðrvísi, heldur løgtingsmaður

Siglingin hjá Rituni upp á Svínoyar og Fugloyar, er ein ruta, sum kundi verið útveitt til privat, heldur løgtingsmaður

Siglingin hjá Rituni upp á Svínoyar og Fugloyar, er ein ruta, sum kundi verið útveitt til privat, heldur løgtingsmaður

Fleiri rutur hjá Strandferðsluni eiga at verða útveittar til privatar fyritøkur at røkja. Tað heldur Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Løgtingið hevur eitt uppskot hjá Tjóðveldi um at játta pening til Strandferðsluna at byggja fýra nýggj skip fyri, og til at umvæla Sam, so at hann kann verða umvældur og verða brúktur til farmaskip burtur av.

 LES MEIRI HER: Uppskot lagt fyri Løgtingið um at byggja fleiri nýggj skip til Strandferðsluna

Tinglimir eru á einum máli um, at tað er tiltrongt, at Strandferðslan fær nýggj skip. Men Johan Dahl heldur, at Løgtingið eigur eisini at broyta bygnaðin í Strandferðsluni. Hann heldur, at ein gongd leið er at útveita alla siglingina hjá Strandferðsluni, uttan siglingina hjá Smyrli.

Hann sigur, at tær smærru ruturnar eru lættar at umsita, og hann ivast ikki í at tað eru fleiri privatar fyritøkur, sum høvdu kunna átikið sær hesa siglingina. So verður tað skipað upp á sama máta sum Bygdaleiðir og siglingin upp á Mykinesar, har privat røkja koyringina eftir einum sáttmála við Strandferðsluna. Eftir hesum sáttmálanum verður avtalað, hvussu nógvir túrar skulu koyrast siglast, og so fáa tey eitt ávíst gjald fyri tað.

Johan Dahl heldur, at hetta er neyðugt fyri at sleppa undan hesum afturvendandi trupulleikanum, sum eru frammi, minst eina ferð um árið, í samband við fígging til Strandferðsluna. Hann sigur, at ein annar máti er at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag.

Bjørt Samuelsen tinglimur úr Tjóðveldi, tekur ikki undir við at útveita fleiri rutur hjá Strandferðsluni. Hon heldur, at tað er at spyrja bygdarfólki í Mykinesi, hvussu tað hevur hilnast at tann rutan er útveitt. Men hon tekur undir við, at bygnaðurin verður broyttur so at Strandferðslan fær lagt ætlanir nøkur ár fram.

Aðrir tingmenn í samgonguni hava eisini talað fyri at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag, men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður á økinum, sigur, at alt hetta eru spurningar, sum skulu lýsast nágreiniligari.

Hann er ikki so heitur fyri tankanum um at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag, mentað skilst á honum, at so tekur hann heldur undir við at sigling verður útveittur. Men allir teir spurningarnir skulu lýsast út í æsir og so verður tað lagt fram til politiskaa støðutakan, sigur hann.

Siglingin hjá Rituni upp á Svínoyar og Fugloyar, er ein ruta, sum kundi verið útveitt til privat, heldur løgtingsmaður