Professari: Eingin orsøk til stúran

- Flestu, sum higartil eru deyð av coronavirusinum, eru eldri fólk, sum ikki vóru serliga væl fyri, sigur professari í smáverulívfrøði.

 

Professarin í smáverulívfrøði við Universitetið í Tromsø, Ørjan Olsvik, heldur ikki, at nøkur orsøk er til stúran í samband við sonevnda coronavirusið, sum serliga hevur rakt Kina, men sum eisini er staðfest í øðrum londum.

Við norska kringvarpið - NRK - vísir professarin á, at nevnda virus elvir til munandi færri deyðstilburðir enn eitt nú sars og mers. - Deyðstíttleikin av coronavirusinum liggur millum tvey og fýra prosent og tey, sum eru deyð av hesum, eru í høvuðsheitum eldri fólk.

Ørjan Olsvik sigur, at miðalaldurin av teimum, sum eru deyð av virusinum, liggur um 73 ár og hin yngsti er 48, men viðkomandi var eisini sjúkur av krabbameini. Professarin leggur aftrat, at flestu, sum higartil eru deyð av coronavirusinum, soleiðis eru eldri fólk, sum ikki vóru serliga væl fyri.