Kend andlit í verjuni

Føroyska landsliðið vandi í morgun á Tórsvølli. Har vóru onkrar ábendingar um verjuna

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gilli Sørensen(t.v) og Odmar Færø(t.h) byrja møguliga inni móti Norðurírlandi

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gilli Sørensen(t.v) og Odmar Færø(t.h) byrja møguliga inni móti Norðurírlandi

Føroyska landsliðið hevur havt tvær venjingar í fyrireikingunum til landsdystin móti Norðurírlandi fríggjakvøldið. Okkurt bendir á, at Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Sørensen skulu manna verjuna saman við Odmari Færø og Jónasi Tór Næs.

 

Samrøða við Rógva Baldvinsson í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin

 

Lars Olsen hevur ikki tikið endaliga avgerð, um hvør skal byrja í verjuni. Atli Gregersen hevur leikbann, meðan Vijormur Davidsen, Bárður J. Hansen og Jóhan Troest Davisen eru skaddir. Sonni Ragnar Nattestad er eitt ivamál, tí hann ikki hevur spælt síðani sigurin á Grikkalandi.

 

Í samrøðu við Sosialin, sigur Lars Olsen at hann heldur eitt vaki eygað við Sonna Ragnar, sum hevur vant við B36 í seinastuni. Hann leggur dent á, at tað er tann besti spælarin, sum byrjar inni.

 

- Eg hyggi eftir dygdunum. Er Sonni Ragnar tað besta valið, so byrjar Sonni Ragnar inni. Hann er kropsliga væl fyri, men tað er sjálvandi ein trupuleliki, at hann ikki hevur eitt felag í løtuni, sigur Lars Olsen, ið úttók Sonna Ragnar út sum eykamann.

 

Til landsliðsvenjingina í dag royndi Lars Olsen seg við Jónasi Tór Næs á høgra bakki, Gilla Sørensen á vinstra bakki, meðan Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni. Hetta skal alt takast við fyrivarni, tí skift bleiv eisini seinni í venjingini.

 

Tó er hetta ikki ein ósannlík samanseting til dystin. Gilli Sørensen fekk møguleikan á vinstra bakki frá byrjan móti Grikkalandi, men fekk fipur í baklærið. Odmar Færø er upplagdur at kom inn í miðverjuna, meðan Jónas Tór Næs helst er sjálvskrivaður á høgra bakki.

 

So er bara spurningurin um Sonni Ragnar prógvar til venjingarnar komandi dagarnar, at hann er til reiðar at spæla á landsliðnum, hóast hann ikki er í dystarformi.

 

In.fo metir um uppstillingina:

4-2-3-1: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Christian L. Holst, Brandur H. Olsen, Sølvi Vatnhamar – Jóan Símun Edmundsson