Purraði alt grannalagið út mitt um náttina

Men orsøkin var rættiliga meinaleys. Løgreglan varð eisini boðsend tí ein borgari vildi vera fyrivarin

Løgreglan sigur, at tað hevur verið eitt stak friðarligt vikuskifti. Nakrar ferðir hava boð kortini verið eftir løgregluni, men oftast varð  tað loyst í øllum góðum.

Mitt um náttina, leygarnáttina, ringdu fleiri grannar í tí gamla býarpartinum í Havn at boða frá levind og gangi, og at tað var ikki náttarfriður, tí onkur gekk og bukaði upp á.

Løgreglan fór á staðið og tá vísti tað seg, at tað var ein maður, sum hevði verið í einum húsum fyrr um kvøldið, men sum hevði gloymt okkurt eftir, sum hann nú vildi hava fatur á.

Løgreglan sigur, at tað varð loyst í øllum góðum, so grannarnir sluppu aftur til songar.

Fyrr um kvøldið varð eisini ringt til løgregluna, tí ein borgari var komin fram við einun handli, tá ið viðkomandi sá, at eitt stearinljós stóð og brendi.

Fyri at vera fyrivarin fekk løgreglan boðini og tey fingu so fatur á eigaranum, sum fór í handilin og sløkti, fyri at eingin ampi skuldi standast av tí.

Sunnunáttina boðai ein vaktur í SMS frá, at ein maður hevði bankað so harðliga á ein rút at hann var brotnaður. Løgreglan fekk fatur á manninum, men hann hevði skorið seg so mikið illa, at hann fór á skaðastovuna.

Seinni hevur løgreglan tosað við mannin aftur og hann er sinnaður at rinda fyri skaðan. Hann fekk beinanvegin avtalu við SMS um tað, so meiri verður ikki gjørt við tað, sigur løgreglan.