Putlast við samgonguskjalið

Øll tingfólkini eru samlað til tær at viðgera samgonguskjalið

Nógvur aktivitetur er í løgtingshúsinum í dag, nú teir tríggir flokkarnir, ið eru í samráðingum til at skipa nýtt landsstýri, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, arbeiða við at orða samgonguskjalið.

Flokkarnir hava sent boð eftir tingfólkum og varafólkum, og verður nú hugt gjøgnum tað, ið longu er fest á blað. Harumframt eru tað sum skilst enn nøkur mál, ið flokkarnir ikki eru lidnir at viðgera.

Stemningurin millum tey fólkavaldu er bjartskygdur, tó at eingin vil siga fyri vist, nær tey vænta at koma á mál við samgonguskjalinum.

Flokkarnir hava heldur ikki tikið støðu til, um samgonguskjalið verður undirskrivað áðrenn flokkarnir fara at býta málsøkir ella um tað bíðar til aftaná.