Qaanaaq: Børn og ung sniffa bensin og gass

Á einari Facebook-síðu hjá Qaanaaq eru fleiri, sum eru óttafull um gongdina millum børn og ung í býnum.

 

Bæði myndugleikar og óttafullir borgarar royna nú at finna loysnir, nú alt bendir á, at børn og ung heilt niður í 10 til 12 ára aldur í norðurgrønlendska býnum Qaanaaq seinastu tíðina eru farin at sniffa bensin og gass.

Tað veit Sermitsiaq at siga. Heimasíðan veit seg vita um eina hending, sum fór fram herfyri, har fimm ungdómar oyðiløgdu eina smáttu eystan fyri býin. Tá eigari og myndugleikar komu á staðið, sóu tey, at ung høvdu sniffað hesi evni.

- Skrúvað var ikki fyri gassinum, og tí kundi álvarsligur skaði verið hendur, um tey, sum komu í smáttuna, høvdu tendrað eld. Á einari Facebook-síðu hjá Qaanaaq eru fleiri, sum eru óttafull um gongdina millum ung í býnum.

Sermitsiaq veit at siga, at á Facebook-síðuni verður heitt á foreldur um at snakka við børnini og greiða teimum frá vandunum við at sniffa. Men, á viðgerðarstovninum Allorfik siga tey seg ikki vita um ítøkiliga trupulleikan í Qaanaaq.

- Men, tað er nokk heldur ikki so løgið. Allorfik viðger serliga tey, sum ynskja at koma í viðgerð, og tað er ógvuliga sjáldan, at nakar ynskir at koma í viðgerð móti sniffing. Vit síggja stórt sæð ongan, sigur læknafakligi ráðgevin í Allorfik, Birgit Niclasen.